Umhugsa at taka sendiharrarnar úr Ísrael

Ísraelska avgerðin at bygggja fleiri bústaðir á Vestara Áarbakka og í Eysturjerusalem kann nú fáa avleiðingar fyri tað diplomatiska sambandið millum Ísrael øðrumegin og Bretland og Frakland hinumegin. Sambært vælvitandi keldum umhugsa tey bæði londini at biðja sínar sendiharrar í Ísrael koma heim.

-Hesaferð er tað ikki nóg mikið við einari fordøming. Nú verða stig tikin eisini, sigur ein evropeiskur diplomatur við ísraelska blaðið Haaretz.

-London er í øðini, sigur ein annar diplomatur við blaðið.

Stjórnirnar í London og París hava fordømt avgerðina hjá ísraelsku stjórnini at halda fram við byggingini, og tað sama hava USA, ES og ST gjørt. Sambært diplomatiskum keldum hava bretar og fransmenn gjørt av at samskipa tiltøkini ímóti Ísrael, og ein møguleiki, sum verður viðgjørdur, er at taka sendiharrarnar heim. Tað hava tey bæði londini ongantíð gjørt fyrr.

Tá ST-aðalfundurin atkvøddi um at geva Palestina eygleiðarastøðu í heimsfelagsskapinum, atkvøddi Frakland fyri. Bretland atkvøddi ikki.