Umboð fyri Runavíkar kommunu vitjaðu dagstovnar í Klaksvík

Í gjár vóru Tórbjørn Jaocbsen, borgarstjóri, og onnur umboð fyri Runavíkar kommunu á vitjan í tveimum dagstovnum í Klaksvík. Endamálið við vitjanini var at kunna seg um møguleikar við dagstovnabygging

Tórbjørn Jaocbsen borgarstjóri, og onnur umboð fyri Runavíkar kommunu vóru á vitjan í tveimum dagstovnum í Klaksvík. 

 

Ferðalagið var á gátt í útibarnagarðinum Fjallafípuni og dagstovninum Baldursbrá á Norðoyri. Ørindini vóru at síggja nýggjastu dagstovnabyggingarnar í Klaksvík.

 

Karl H. Johansen borgarstjóri, Eyðstein Poulsen formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung, dagstovnaleiðslurnar og umboð fyri umsitingina, greiddu teimum vitjandi úr Runavík frá.