.... um Regin Dahl:Føroya einasti sanni kærleiksyrkjari

»Regin Dahl er Føroya einasti sanni kærleiksyrkjari. Frá honum hoyrdist ongantíð hetta ljómandi orðabraskið, so hóskandi at bera fram í veitslulag.

Við hansara yrkingum fert tú inn í kamar títt og lesur í loyndum, sum skrivað stendur. Gjøgnumskygdar av eymleika og natúrligari blygdan siga tær frá kærleikanum beinleiðis, opið og brennandi«.