Um quislingar, landasvíkjarar og blóðpengar

? Tað kennist sum nú er drigið blankt. Harmiligt at tú skuldi vera tann fyrsti at stinga. Serliga tá man veit, at er blóð komið í, vendist illa aftur, sigur Hans Pauli Strøm m. a. í viðmerking til Páll á Reynatúgvu, sum í Sosialinum í gjár kalla javnaðarmenn Quislingar og legði teir undir at hava tikið ímóti blóðpengum fyri sosialu frambrotini

Góði Páll. Havi júst lisið tína "politisku viðmerking" í Sosialinum í morgun. Kanska er tín reaktión skillig. Vónbrotin og særdur í hjartarótina av teirri lemjandi viðferðini, fullveldisætlan tykkara nú fær millum manna, so langar tú eftir Javnaðarflokkinum í blindari øði, og kallar okkum quislingar og landasvíkjarar. Og sosialu frambrotini hava vit vunnið fyri blóðpengar, sigur tú.

Okkurt man tað vera, sigur tú, so kúrrir vit eru um svørtubók. Tað er um hernaðarfrágreiðingina. Kann annars siga tær, at fyri mær og fleiri av mínum er ikki nógv nýtt í Svørtubók. Hetta var stórt sæð tað vit søgdu, vit sum í ymiskum politiskum feløgum og flokkum stríddust í andstøðuni móti hervaldinum í Føroyum og NATO-imperialismuni, upp gjøgnum 60-ini, 70-ini og 80-ini, líka til alt vendist upp og niður, tá múrarnir fullu millum eystur og vestur ávegis inn í 90-ini.

M. a. vóru vit einaferð eini 20-30 ungfólk í aktión í danska Fólkatinginum. Tá hevur tú verið eini 3-4 ára gamal. Í onkrum pressuarkivi eigur tú at finna onkra mynd av okkum, tá vit standa á balkongini á Christiansborg og blaka pappírsborðiskar út yvir salin. Har á stóð m. a.: Nato úr Føroyum - Føroyar úr Nato. Tú eigur eisini at finna fram tekstin til tann flogseðilin, sum vit sendu út tá. Har stendur á einum arki nógv av høvuðsinnihaldinum í Svørtubók. Fyri tey flestu av okkum var og hevur hetta altíð verið eitt hjartamál. Vit hava ongantíð slept endanum. Tey flestu av okkum finnur tú í dag í nánd av ella beinleiðis í Javnaðarflokkinum - umframt meg eisini m. a. síðumaður mín í tinginum hesar dagar, Bergur Pæturssonur Dam. Vit quislingar, sigur tú.

Tú tosar um blóðpengar. Eg veit ongan annan í Føroyum enn tjóðveldismenn, sum hava sett krónur og oyrur á, hvussu nógv vit áttu at havt selt okkum fyri. Og sum aftur nú, við hondini á Svørtubók, royna at rokna út, hvussu nógv vit skulu krevja afturfyri herstøðirnar.

Sum tingmaður fyri føroyska Javnaðarflokkin havi eg verið á tveimum fundum í ár við starvsfelagar í danska Javnaðarflokkinum. Vit hava umrøtt spurningar, sum vit eru á ymiskum og á felags máli um. M. a. hava vit eisini umrøtt stjórnarskipanarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Vit hava sjálvsagt eisini borið fram og tjakast um okkara sjónarmið um framtíðarstøðu Føroya. Vit landasvíkjarar, sigur tú.

Góði Páll. Við eini skriving sum tínari eru vit farin yvir um markið, har til ber at tosa og tjakast út frá sakligari politiskari argumentatión. Ikki tí. Vit hava hoyrt tann óstortsliga Finn Helmsdal gremja um landasvik. Vit hava hoyrt førara tykkara í Tinganesi rópa tað. Og sjálvt tann fitti Gunnar Hoydal hevur blást til eldin. Men harmiligt, at tú vart tann, sum leyp á bláman. Tí tú var avgjørt ein tykkara, sum tað bar væl til at tosa við, eisini um tað vit eru ósamdir um.

Tað kennist sum nú er drigið blankt. Harmiligt at tú skuldi vera tann fyrsti at stinga. Serliga tá man veit, at er blóð komið í, vendist illa aftur.

Tó, tað hendir at menn kunnu loypa framav. Eg skal viðganga, at tað er prikað í so meint til tykkara seinastu tíðina. Frá nógvum síðum, eisini frá teimum tit halda tykkum verða í parti við. Tá kann henda, meir enn so, at man slær frá sær í blindum.


Hans Pauli Strøm,

javnaðartingmaður