Um at skriva rokningar

Í hesum døgum verða rokningar skrivaðar út. Beinleiðis orsøkin er, politikarar hava skorið í almennum inntøkum og samstundis vaksið um útreiðslurnar. Botnurin í landskassanum dagar undan, og rokningarnar enda hjá teimum, sum onki eiga í teimum

Smakkurin man vera beiskur í munninum á teimum, sum í hesum døgum standa til at fáa rokning sendandi frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Eitt er, at skattgjaldarar, ið munnu hava hampilig ráð til at gjalda, fáa eina rokning á seg, nú skatturin hjá teimum skal upp. Harmiligt er tað, um enn tað ikki er heimsins undirgangur.

Knokkroyta pensjónistar
Tað, sum kortini býðir ímóti, er, at rokning fer til slík, sum í grundini als onki eiga í henni.

Tak til dømis landsins pensjónistar. Ein av veiku bólkunum.

Hugsa tær støðuna. Tú hevur strevað og rindað fyri teg í eitt langt lív, og nú kemur takkarlønin frá tí almenna: inntøkumøguleikarnir skulu í kvørnina hjá TAKS. Og stuðulin til heilivág – mangan er hann lívsneyðugur – er skerdur ella heilt tikin burtur.

Smakkurin man vera beiskur.

Hvørvur vælferðarsamfelagið?
Longu frammanundan er gerandisdagurin hjá pensjónistum merktur av, at almennar tænastur eru vánaligar.

Her er ein partur av syrgiliga listanum:

Telefonin hjá kommunulæknanum svarar sjáldan
Sjúkrahúsini taka sær bert av tí mest akutta
Útborni maturin er vorðin dýrari men neyvan betri
Heimahjálpin er illa sperd og hevur ringar stundir til eitt prát
Nógvastaðni er trupult at fáa pláss á røktarheimi

Er tað løgið, at júst gomul í Føroyum hyggja langt eftir vælferðarsamfelagnum? Hvagar fór tað?

Kø við Kassa 1
Yviri við Kassa 1 stendur eisini ein partur av vinnulívinum.

Alifyritøkur skulu brádliga rinda fyri hvønn millimetur, tær virka á.

Og fíggjarvinnan hevur fingið boð um at avlevera 10 kr. í landskassanum, hvørja ferð hon rindar starvsfólkum sínum 100 kr. í løn.

Hesar báðar vinnugreinar eru tiknar tilvildarliga burturúr, og nú skulu tær rinda.

Tann, ið rokningina skrivar, tekur sær ikki av, at vinnukarmarnir eru óstabilir. Og hann gloymir tilvitað tørvin, sum flestar vinnufyritøkur í dag hava fyri pengum til konsolidering og at menna seg til at taka við framtíðar avbjóðingum.

Stóra svarta holið
Øll síggja, at her er talan um tilvildarligan avgjaldspolitikk, ið borgarar og fyritøkur hvørki kunnu liva við ella undir.

Flestu munnu eisini síggja, at rokningarnar verða sendar teimum, sum ikki eiga lut í teimum.

Hvør er so orsøkin til, at rokningar koma kortini?

Ja, ítøkiliga orsøkin er, at botnurin í landskassanum er farin at daga undan.

Fleiri siga, at tað er fíggjar- og búskaparkreppan, ið rakar so hart. Onnur at fiskiskapurin er so ringur og prísirnir lágir. Og at lønirnar eru hækkaðar.

Hetta er tó ikki veruliga orsøkin.

Veruliga orsøkin
Trupulleikin er, at vit í Føroyum – undir skiftandi landsstýrum – ikki hava dugað at húsast og stýrt búskapinum.

Hóast vit hava riðið á búskaparligum aldutoppum, ið aldri hava verið hægri, so er búskapurin vanstýrdur.

Ímóti allari fornuft eru inntøkur landskassans skerdar. Eitt nú hava politikarar – teir við Misskiltari Nationalismu í skjaldramerkinum – lagt seg eftir at skerja Ríkisveitingina. Harvið er okkara mest stabila inntøka avmarkað.

Skattalættar eru eisini givnir út í tíðum, har skilabetri hevði verið at sett fótin á bremsuna og sett pening á bók.

Samstundis eru útreiðslurnar á fíggjarlógini næstan tvífaldaðar seinastu 10 árini.

Stutt sagt: Skarvað er av inntøkunum, og økt er um útreiðslurnar.

Øll munnu síggja, at fyrr ella seinni verður gjógvin millum inntøkur og útreiðslur so djúp, at endarnir slitna. Henda gongd er dømd til at miseydnast.

Galskapurin heldur fram
Hóast øll síggja trupulleikan, og hóast rokningarnar til teirra, ið onki eiga í teimum, skjótt fara í postkassan, heldur galskapurin fram.

Framvegis situr vaksið fólk í Landsstýrinum og í Løgtinginum og tvíheldur um, at tryggu inntøkurnar mugu ikki vaksa. T.d. vildi formaðurin í Javnaðarflokkinum ikki taka stig til at lata Ríkisveitingina prístalsregulera aftur, hóast hann hevði møguleikan.

Og enn sita politikarar í ramum álvara og verja sjónarmiðið um, at vit skulu gera ovurstórar íløgur í tunlar. T.d. sterki maðurin í Fólkaflokkinum, sum er formaður í Fíggjarnevndini.

Alt meðan tey í Fíggjarmálaráðnum sita og sleikja frímerkir at seta á rokningarnar, viknar vælferðarsamfelagið, vinnufyritøkur verða brandskattaðar, og inntøkuskattaskrúvan verður snarað nøkur umfør.

Álvaratos, her ruggar ikki rætt.

Minst til at hava taldan pening kláran, tá rokningin kemur. Hon verður borin út nakað eftir nýggjár.