Ulf Kristersson fær møguleika at skipa stjórn í Svøríki

Formaðurin hjá Moderatunum, Ulf Kristersson, skal standa á odda fyri royndini hjá bláa veingi at skipa stjórn í Svøríki

 

Tað verður formaðurin hjá Moderatunum, Ulf Kristersson, sum í fyrstu atløgu fær møguleikan fyri at skipa stjórn í Svøríki.

Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

Kristersson hevur fingið uppgávuna frá formanninum í svenska Ríkisdegnum, Andreas Norlén.

Blái vongur gjørdist størstur á svenska valinum næstsíðsta sunnudag.

Og sjálvt um flokkurin hjá Ulf Kristersson gjørdist næst størstu á bláa veingi, so var tað longu greitt, at tað fór at vera hann, sum fekk møguleikan at skipa stjórn.

Orsøkin til tað er, at fleiri flokkar frammaundan hava víst frástøðu til størsta flokkin á bláa veingi, innflytaraatfinningarsama Sverigesdemokraterna.

/ritzau