Reka nú russar aftur í høvuðsstarøkinum

Kring ukrainska høvuðsstaðin hava russar onga framgongd, men fara heldur eftir hæli undan ukrainsku mótstøðuni. Aðrastaðni í Ukraina heldur skilaleysa russiska krígsførslan fram.

Tað var um morgunin hin 24. februar, at russiski herurin byrjaði sína innrás í Ukraina, og soleiðis hava russar nú roynt at oyðilagt og niðurpínt ukrainska fólkið i meira enn fýra vikur.

 

Fyri innrásina búðu slakar 45 miljónir fólk í Ukraina, og higartil eru fleiri enn tríggjar miljónir fólk rýmd úr landinum undan russiskum rakettum og bumbum, sum hava lagt heilar býir í oyði.

 

Men, ukrainar stríðast væl, og higartil hevur tað ikki eydnast russisku herdeildunum at taka ræðið í nøkrum av størru býunum í landinum, hóast russiski ágangurin hevur verið eirindaleysur.

 

Seinastu dagarnar hava útlendskir miðlar skrivað, at ukrainskar herdeildir heldur hava rikið russar aftur, eitt nú kring høvuðsstaðin Kiev, og teir eru eisini riknir aftur úr onkrum av býunum nærindis høvuðsstaðarøkinum.

 

Tað hevur eisini ljóðað seinastu dagarnar, at russiskir hermenn í ávísan mun eru farnir um markið aftur til Russlands.

 

Aðrastaðni í Ukraina herja russiskar herdeildir á býir, og serliga í eystara parti og á leiðini við Svartahavið leikar hart á. Men, eisini her hevur tað eydnast ukrainskum herdeildum at søkt av russiskum málum.

 

Eitt av málunum hjá russum við Svartahavið er ivaleyst at taka týdningarmikla havnabýin, Odessa, men her hava russisku herdeildirnar enn langt á mál.