UARS á veg ímóti jørðini

Í 20 ár hevur amerikanski fylgisveinurin UARS verið í ringrás um jørðina, men í morgin dettur hann niður. Rúmdarumsitingin NASA segði í dag, at eftir teimum seinastu útrokningunum kemur fylgisveinurin inn í atmosferuna í annaðkvøld okkara tíð. NASA væntar ikki, at fylgisveinurin verður kolaður upp í atmosferuni, men at hann fer at detta niður á jørðina. Talan verður helst um 26 petti, sum tilsamans viga umleið eitt tons.

Útrokningarnar hjá amerikonsku rúmdarumsitingini vísa eisini, at leivdirnar av UARS fara at detta niður á jørðina einastaðni millum 57 stig norður og 57 stig suður. Føroyar eru uttan fyri hetta økið, men meginparturin av Danmark er innanfyri. Danskir serfrøðingar siga, at vandin fyri, at leivdirnar av UARS, detta niður í Danmark, er lítil. Kortini hevur danska løgreglan boðað frá, at fólk, sum koma fram á eitt petti av fylgisveininum, skulu lata tað liggja og boða myndugleikunum frá.

NASA hevur fyrr sagt, at tað er rmest sannlíkt, at pettini av fylgisveininum fara at detta niður í havið. 70 prosent av jarðarflatuni er hav.