U21-landsliðsmálverjin skal spæla við KÍ

Ari í Haraldsstovu Petersen hevur gjørt trý ára sáttmála við KÍ

Mynd: KÍ

KÍ boðar frá Facebook: - Vit kenna hann sum 07Vestur og U21 málverja - nú er Ari í Haldsstovu Petersen bláur!

 

Tað er við gleði at vit kunnu kunngera at Ari hevur gjørt sáttmala við felagið í 2024, 2025 og 2026.

 

Ari byrjar at venja við hópinum longu í morgin.

 

Vælkomin til Klaksvíkar og KÍ góði Ari, vit gleða okkum til samstarvið. Skrivar KÍ á Facebook-síðun sínari. 

 

Sambært FaroeSoccer hevur Ari í farna kappingarári spælt 30 dystir fyri besta liðið hjá 07 Vestur. 

 

Ari hevur sambært FaroeSoccer spælt 43 dystir í Betrideildini og sjey dystir í kappingini um løgmanssteypið fyri 07 Vestur.

 

Ari hevur spælt fýra U21-landsdystir og fýra U17-landsdystir. 

 

Mynd: KÍ