U21: Føroyar og Svøríki hava flest stig í norðurlondum

Samanbera vit við úrtøkuna hjá hinum norðurlendsku U21-landsliðunum hevur okkara U21-landslið staðið seg sera væl

Okkara U21-landslið hevur staðið seg sera væl í EM-undankappingini higartil, serliga við sigrum á útivølli móti Belarus og Andorra.

 

Úrtøkan er sjey stig. Við eitt sindur størri neyvleika í heimadystinum móti Andorra kundi úrtøkan enntá verið níggju stig.

 

Svøríki og Føroyar eru tey norðurlendsku U21-landsliðini við tí hægsta stigatalinum. Bæði hava sjey stig hvør, bæði aftaná fýra leiktar dystir.

 

Ísland hevur seks stig. Tað skal tó sigast, at Ísland hevur seks stig fyri tveir dystir. Noreg hevur seks stig fyri tríggjar dystir.

 

Danmark sum er í bólki I saman við Íslandi hevur fimm stig fyri tríggjar dystir. Finnland hevur trý stig fyri tríggjar dystir.

 

Stigametið fyri føroysk U21-landslið er frá 2011, tá tiltikna liðið hjá Heðini Askham og Bill McLeod Jacobsen megnaði at vinna 11 stig.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur tríggjar heimadystir í 2024, umframt ein útidyst móti Grikkalandi 16. november, har liðið kann vinna sær fleiri stig. Tað er serliga í heimadystunum móti Belarus, ið okkara ungu menn vunnu á útivølli, og í heimadystinum móti Grikkalandi, at møguleikarnir liggja. Triði heimadysturin verður móti sterkasta liðnum, Portugal. 

 

Í 2024 vera eisini útidystir móti teimum sterkastu liðunum í bólkinum, Portugal og Kroatia har tað helst verður torførari at fáa stig. 

 

Spennandi verður at fylgja gongdini.