U19 kvinnurnar hjá Mjølnir Steypavinnarar

Mjølnir og SÍ (25-16 18-25 15-10)

Mjølnir kvinnurnar høvdu eina sera góða byrjan. Álopini hjá Mjølnir vóru hørð og sótu væl. SÍ stríddist og royndi fyri tað mesta at taka ímótið álopunum frá Mjølnir.

Mjølnir vann sannførandi 1. sett 25-16.

 

Sett byrjaði heilt øðrvísi enn fyrsta sett. Nú var vent í holini, tí SÍ hevði bæði avbjóðandi servur og álop. Hóast SÍ var frammanfyri, misti Mjølnir ikki mótið og stríddu seg upp á 18 stig, til frustratión fyri SÍ.

 

Triða og avgerðandi settið byrjaði púra javnt. Men, tá á stóð megnaði Mjølnir at hála sigurin í hús 15-10. 

 

Dagsins leikari var Elisabeth Vilhelmsen Norðoy

##med2##

##med3##

##med4##