Ein dystur er í kvøld leiktur í SMS-deildini í Vágshøll, har VB tók ímóti Kyndli.
Tað eydnaðist Kyndli at taka oddasessin aftur við stórsigri 37-21 á VB. Í steðginum vóru 10 mál á muni. Tá var støðan 19-9 til Kyndil.
Við sjey málum var Carmen Luiza Silva toppskjútti hjá VB. Turið Arge Samuelsen var stórskjútti hjá Kyndli við 11 málum.
Í morgin klokkan 18 spæla EB og H71 í høllini við Streymin. Tveir dystir vera leiktir sunnudagin klokkan 14. Teir eru Kyndil-Stjørnan og VÍF-StÍF. Sunnudagin klokkan 15 spæla VB og Neistin dyst suðuri í Vági.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VB og Kyndil, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##













