Hálvleikur er í dystinum um sjeynda plássið millum Noreg og Føroyar í U19 HM-endaspælinum í Kroatia.
Talan hevur verið um ein málríkan fyrra hálvleik. Noreg er á odda 22-19 á steðginum
Føroyar hava skorað upp á 68 prosent av málmøguleikunum. Noreg hevur skorað upp á 76 prosent av málmøguleikunum.
Leivur Joensen í føroyska málinum hevur eitt bjargingarprosent upp á 19 prosent.
Málskjúttar: Óli Mittún 8/11, Ísak Vedelsbøl 5/5, Jákup Egholm 2/2, Niklas Gaard 2/3, Trúgvi Hávardsson 1/2, Tróndur Johnsson 1/2.