Kári Nielsen og Dia Midjord, venjarar hjá U-23 hondbóltslandsliðnum hjá monnum, hava tikið út bruttuhópin, sum skal fyrireika seg til finaluna í hondbóltskappingini, Challenge Trophy.
Finalan ímóti Moldova verður spæld í serbiska høvuðsstaðnum Beograd 21. januar, meðan EM-endaspælið hjá monnum er. Hesir 22 spælarar eru tiknir út at venja við U23-hópinum, sum hevur sína fyrstu venjing mikudagin 28. desember kl 17.00 í høllini á Hálsi í Havn, skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðuni.
Málverjar: Bartal Kamban, Hanus Kristiansen og Tummas Durhuus.
Vongspælarar: Dánjal Torgarð, Hans Eli Sigurðbjørnson, Høgni Klein Olsen, Jóhan á Plógv Hansen, Bjarti Hansen og Rúni Højgaard.
Strikuspælarar: Tony Hammer Weyhe, Rúni Fossdal og Sigmundur Dahl.
Bakspælarar: Niklas Reginson, Tummas Pauli Hanusarson, Magnus Muller, Rógvi Sørensen, Rúni Joensen, Ási Dam, Andrias Nielsen, Joen Pauli Høgnesen, Hallur Biskopstø, Jóanes Prestá, Eirikur Simonsen.
Liðið verður endaliga tikið út sunnukvøldið 15. januar.