Kári á Rógvi
Nú frættist at stjórnarleiðarar í ES eru samdir um uppskot til nýggja stjórnarskipan - grundlóg fyri ES. Sjálvt uppskotið til ES-grundlóg er langt og torskilt. Europeiska Samveldið hevur ikki fingið nakra stutta og fynduga stjórnarskipan, sum fólk flest lættliga fara at kunna taka til sín. Tær ætlaðu fólkaatkvøðurnar í fleiri limalondum - ikki minst við ES-valúrslitinum í huga - fara eisini at kunna fella uppskotið til nýggja skipan.
Men hví seta orð sum "grundlóg" ella "stjórnarskipan" á sáttmála millum fleiri ríki, ið bert semjast um at halda fram at samstarva sínámillum? Endamálið er helst at geva samveldinum størri dám av ríki heldur enn samstarvi. Men eyðkenni av grundlóg hava longu leingi verið har í ártíggju. Teir sáttmálar, ið frammanundan hava verið, hava allir havt grundlógar eyðkenni. Teir hava skipað stjórnarstovnar, býtt vald teirra millum, og givið teimum heimildir, eisini heimildir at geva lógir, ið binda stovnar og borgarar í limalondunum.
Serliga innan atomfelagskapin, ið var ein av teimum upprunaligu europeisku felagskapunum við egnum sáttmála, var týðiligur dámur av tøttum yvirstatsligum samveldi longu fyri nærum hálvari øld síðani. Síðani hevur bylgja nakað fram og aftur, men talið av málsøkjum, ið flutt eru samveldinum, saman við øktum fíggjarvaldi og styrktum stovnum hava gjørt tað Europeiska Samveldið til tað sterkasta veldið í heiminum, ið ikki hevur fullveldi.
Vald og fullveldi
Nógvar misfatanir eru av Europeiska Samveldinum. Føroyingar kenna til danska orðaskiftið, ið ofta snýr seg um at ?flyta fullveldi (suverinitet) til ES.? § 20 í donsku ríkisgrundlógini verður tikin fram sum tann ásetingin, ið heimilar at flyta ES fullveldi.
Hetta kjakið byggir á grundleggjandi misfatan av hugtøkum sum fullveldi, sjálvræði og valdi. Sjálv ásetingin sigur seg heimila at flyta "beføjelser," tað er heimildir ella vald. Fullveldið verður verandi hjá danska ríkinum. Danski hægstirættur hevur eisini sagt, at tað er fólkatingið sum má meta um, hvørt ES hevur tikið sær ov nógv "beføjelser" mótvegis Danmark. Í hesum liggur helst, at kemur danska ríkistingið eftir tilmæli frá stjórnini til, at ES er farið útum heimildir sínar, so fer tingið av røttum at kunna seta seg upp ímóti ES; og danskir stovnar, eisini rættirnir, løgregla og fyrisiting, fara at gera sum tingið og stjórnin siga, heldur enn eftir ES-boðum. Evsta valdið er hjá Danmark.
Hvussu torskilt kjakið um vald, sjálvræði og fullveldi er, kenna vit eisini frá kjakinum um fullveldið hjá Iraq. Vit hava hoyrt um, at ?fullveldið verður handað iraqisku stjórnini.? Tað vísir í sjálvir sær, at ?fullveldi? er fyribrygdi, ið fyrst og fremst er til í tilvitskuni hjá fólki. Sjálvsagt ber ikki til at leggja iraqiska fullveldið í eskju, goyma tað eina tíð, og síðani handa iraqum tað aftur. Onkur kundi enntá sagt, at onki fullveldi er til, og at hetta alt samalt bert er spurningur um vald.
Men fullveldi er til. Á sama hátt sum rættvísi, tjóðskapur og ognarrættur er fullveldi grundleggjandi hugtak, sum fólk flest taka undir við og fata at hava ávist innihald. Tí eru hesi hugtøk serstakliga verulig.
Danska ríkið fatar seg sjálvt at hava fullveldi; og onnur ríki við fullveldis sjálvsfatan taka undir við, at Danmark hevur fullveldi í merkinginin ?evsta vald,? eisini vald til at fara úr aftur samveldi við onnur ríki. Kemur tað hartil, at ES ger seg inn á danskt sjálvræði, ella at danir broyta støðu til ES, kann Danmark við undirtøku frá øðrum ríkjum taka seg úr ES. Danmark kann eisini seta seg ímóti at fylgja ES-boðum.
Føroyskt vald
Føroyingar hava sjálvir ta fatan, at føroyingar hava vald til at taka fullveldi og loysa Føroyar frá Danmark. Danir og danskir juristar viðurkenna hesa fatan, umenn teir viðhvørt koma í rasshaft av juridiskum hugtøkum.
Kemur tað til skarpskeringar Danmarkar og Føroya millum um vald og heimildir, kann tað eisini enda við, at Føroyar taka seg úr samveldi sínum við Danmark.
Men eins og danska støðan er mótvegis ES, so er eisini føroyska støðan mótvegis danska ríkinum. Valdið at taka seg úr er har. Valdið at nokta at gera eftir boðum er har. Men politiskt er tað ikki altíð hugsandi at brúka slíkt vald.
Tíðarskeiðið frá 1998 til 2004 førdu Føroyar alment loysingarsinnaðan politikk. Føroyar vildu loysa seg frá danska ríkinum, men tordu ongantíð at taka tey stig, sum vanliga vísa eina loysing í verki. Føroyar hildu ikki fólkaatkvøðu ella gjørdu tingsamtykt ella lýstu seg sum fullveldi mótvegis útlondum. Føroya landsstýri samráddist og fyrireikaði seg, men tók ongantíð nóg kraftmikil ella einsíðug stig.
Vit kunnu hugsa okkum nakað tað sama hendi, um danir fóru at rassast og vilja sleppa sær úr ES. Danir kunnu fella uppskot um broytta ES-skipan ella ES-gjaldoyra, danir kunnu senda ES-mótstøðufólk á ES-ting, men trupult hevði verið at tikið seg úr ES ella í verki at sett seg upp ímóti ES.
ES-limurin Bretland hevur alsamt verið mest ivasama ES-ríkið. Summi vilja vera við, at Bretland hevur havt minni ávirkan á rikna ES-politikkin enn hini stóru ES-ríkini. Onnur halda, at Bretland tvørturímóti hevur dugað at kravt sítt og tryggja síni áhugamál.
Føroyar hava á sama hátt verið tann ivasami limurin í danska samveldinum. Grønlendingar hava lept í seg allan blokkin og hava samráðst við teirri greiðu fortreyt, at danska ríkið í alla eygsýniliga framtíð fór at kunna breggja sær av at hava grønlendska fullveldið í varðveitslu. Ímeðan hava føroyingar í tíð og ótíð broytt almennu støðu sína.
Eins og bretar hava vit tó verið verandi hóast ónøgdina, og eins og bretar eru vit tí kanska viknaði í ávirkan. Í spurningum um ríkislóggávu, yvirtøkur, hvalaveiði og fiskivinnurættindi, og ikki minst marknaðaratgongd og aðrar avtalur mótvegis ES, kann vera, at føroyingar høvdu staðið seg betur og høvdu fingið betri stuðul frá dønum, um føroyingar viðhvørt hildu nøkulunda somu kós eitt skifti.
Føroyar og ES-grundlógin
Taka vit støði í føroysku fatanini av, at Føroyar kunnu taka seg úr samveldinum við Danmark, og at heimastýrisskipanin setur mørk fyri, hvørji "beføjelser" danska ríkið hevur í Føroyum, so er nýggja ES-stjórnarskipanin onki at óttast. ES kann ikki fáa vald frá Danmark, sum Danmark ikki hevur, og ES kann ikki taka av føroyska sjálvræðið.
Afturfyri er ongin ivi um, at sjálvt um tað ikki er heimilað ella rættvíst, kunnu ES-myndugleikar hugsast fara at taka á seg heimildir, teir av røttum ikki hava, ella gera seg inn á sjálvsavgerðarrætt føroyinga.
Tú nýtist bara at hava verið í holt við eina miðalhampa føroyska kommunu fyri at vita, at tað vanliga ikki forðar myndugleikum, at teir mangla heimildir ella at teir traðka á rættindini hjá øðrum. Tá krevst, at onkur hægri myndugleiki kemur uppí leikin, og tað er heldur ikki altíð at slíkir gera tað, sum rætt er.
Tí er vandin í nýggju ES-grundlógini ikki tann, at ES fær heimildir, sum Føroyar í dag hava, men at ES-stovnar óheimilað og órættvíst taka sær vald. Hesin vandin er sjálvsagt størstur, um felagsmál eftir heimastýrisskipanini verða flutt ES. Danskir stovnar kunnu hugsast at ansa verri eftir, um ES er farið um sínar heimildir mótvegis Føroyum, enn føroyskir stovnar sjálvir gera tað. Vandin veksur eisini so hvørt sjálvsfatanin hjá ES-stovnunum veksur. Føroyingar sita longu sum er yvirav ES-fólki, heldur enn dønum, í ávísum málum, og sum árini líða kann hetta økjast.
Amerikanska Samveldið - USA - var eisini frá uppruna samveldi millum lond við fullveldi, og tó at amerikonsku londini enn fata seg sum fullveldi, er tað í øllum førum úteftir USA, sum hevur evsta vald, og USA, ið er ST-limur og ger sáttmálar við onnur ríki. Um eina øld ella so, kann politiska tyngdarpunktið hava forskotið seg somikið, at ES og ikki limaríkini tykjast hava fullveldi.
Avbjóðingin hjá føroyingum er at fylgja við og standa seg í tilgongdini. Nýggjasta ES-stjórnarskalið, verður tað samtykt hóast allar vandarnar, fer ikki einsamalt at broyta støðu Føroya. Men við ES-grundlógini økist trýstið á Føroyar at gera støðu sína greiða, hvussu vilja Føroyar halda fram í samveldi við Danmark, sum samstundis er í samveldi við hinum ES-ríkjunum, og hvønn týdning hevur tað fyri málsøki og sjálvræði Føroya? Krevur tilgondin í ES kanska, at vit antin loysa okkum frá Danmark ella í øllum førum taka greið fyrivarni um sjálvræði og sjálvsavgerðarætt?