Tvey tilboð uppá at umvæla brúnna um Streymin

Tvey føroysk byggifeløg eru til reiðar at umvæla brúnna um Streymin. Annað felagið hevur eisini eitt alternativt tilboð Seinnapartin í gjár var lisitatión á Landsverki um Brúnna um Streymin. Inn komu tvey tilboð upp á arbeiðið at umvæla betongdekkið og at gera fuktbjálvingina á brúnni.

Articon sigur seg kunna gera arbeiðið fyri 10.648.583 krónur, og J&K Petersen Contractors eigur hitt tilboðið, sum er 11.806.069 krónur. Herumframt hevur J&K Petersen Contractors eitt alternativt tilboð, sum er 10.982.200 krónur.

Landsverk fer nú at taka støðu til tey innkomnu tilboðini.

Arbeiðið á brúnni er longu byrjað, tí Landsverk er í ferð við gera forarbeiðið á brúnni, skrivar stovnurin á heimasíðu síni. Hetta forarbeiðið inniber at fresa burtur asfaltið og nakað av betonginum niðriundir.

Arbeiðið við at umvæla betongdekkið og gera fuktbjálvingina á brúnni fer í gongd skjótast til ber, sigur Landsverk.