Tvey nýggj løg frá ABBA

Ongin hevði væntað, at ABBA fór at geva tónleik út, eftir steðg í 35 ár.

Tey, ið høvdu vónað at hoyra nýtt frá stóra svenska tónleikabólkinum ABBA, hava óivað langt síðani mist vónina.

 

 

ABBA gavst í 1982.

 

 

Men nú hava limirnir í ABBA tikið allan heim á bóli, tí nú koma brátt tvey nýggj løg við bólkinum ABBA.

 

 

ABBA spældi í 10 ár, frá 1972 til 1982. Í 1974 vunnu tey altjóða Melodi Grand Prix. Og so kom ferð á, og ABBA gjørdist ein av heimsins heilt stóru bólkum.

 

 

Tað tvey vóru pør, ið myndaðu bólkin;  Agnetha Fältskog, Björn Ulvaeus, Benny Andersson og Anni-Frid Lyngstad myndaðu ABBA. Navnið er eisini sett saman av forbókstavum teirra. Men tá bæði pørini í 1982 vóru farin hvør til sítt, fór bólkurin eisini í søguna.

 

 

Síðani hevur verið bíðað, um limirnir funnu saman aftir. Nú koma so í øllum førum tvey løg við ABBA, tí tey 4 hava verið í upptøkuhølunum, og siga í tíðindaskrivi, at tað kendist, sum hevði tíðin staðið still, og at kenslan var góð.

 

 

Eina lagið, I Still Have Faith In You, sigst koma í sjónvarpssendingar í USA og á bretska BBC í desember.