Evropeisk stórfeløg hava í longri tíð kappast um at tryggja sær 16 ára gamla norska stórtalentið, Martin Ødegaard, sum spælir fast við besta liðnum hjá Strømsgodset í Tippeliguni.
Við tíðini tykist tað tó alt meiri greitt hvørji feløg hava best møguleika at tryggja sær Ødegaard. Í løtuni er líkt til, at tað annaðhvørt verður Real Madrid ella Bayern München.
Týskvøldið varð Martin Ødegaard settur í eitt privatflogfar mótvegis spanska høvuðsstaðnum, har hann vitjaði Real Madrid og eisini hugdi eftir Copa del Rey-finaluni hjá teimum ímóti Atlético Madrid.
Men best sum tað var líkt til at Martin Ødegaard var ávegis at skriva undir við Real Madrid, har tað er ætlanin at hann at byrja við skal spæla við eykaliðnum, kom Bayern München við einum útspæli.
Sambært norska Dagbladet, so hevur týska meistarafelagið boðið honum fimm ára sáttmála, har hann fær eina ársløn áljóðandi slakar 11 mió. kr. um árið. Lønin hækkar tó, og síðsta árið av sáttmálanum fær hann góðar 19 mió. kr. um árið.
Martin Ødegaard hevur enn ikki tikið støðu til hvar hann fer at spæla komandi kappingarár, men tað tykist greitt, at hann ikki heldur fram í Strømsgodset.