Síðani hendan samgongan tók vð í september í fjør ehvur tað verið langt millum uppskotini frá andstøðuni.
Men í morgin hevur tingið fyrstu viðgerð av tveimum uppskotum frá Bárði Kass Nielsen, vegna Nýtt Sjálvstýri
.
Talan er ikki um lógaruppskot, men um tvey uppskot til samtyktar.
Annað uppskotið heitir á landsstýrið um at broyta dagsstovnalógina soleiðis, at eitt minstamark av tímum verður avsett til barnaansingina og hittt er ein áheitan um, at ein familjudepil verður settur á stovn har allar tænastur til barnafamiljur verða savnaðar.
Ein siðvenja hevur tikið seg upp í Løgtinginum. í staðin fyri, at andstøðan leggur uppskot fram, sum ikki serliga stór sannlíkindi eru fyri fáa undirtøku, verða spyrjitíðirnar nýttar fyri at fáa ávís mál viðgjørd.
Tingfundur er í morgin klokkan 11