Tveir undirsjóvartunlar fyri 1,7 milliard í eygsjón

UNDIRSJÓVARTUNLAR Kári P. Højgaard setir nú hol á arbeiðið at gera tveir undirsjóvarunlar afturat. Men tað er greitt, at skulu teir verða privatir, verða teir nógv dýrari, enn vissi tað almenna ger teir

- Mín dreymur er at hol verður sett á arbeiðið at gera nýggjan undirsjóvartunnil í hesum valskeiðnum.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann hevur nú av álvara sett hol á arbeiðið at finna eina politiska semju um at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy og ímillum Streymoy og Sandoy.
Í hesum sambandi hevur hann nú fingið úrslitið av eini nágreiniligari kanning, sum lýsir fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við ætlanina at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Kanningin vísir eisini møguleikarnar fyri at knýta hesar báðar verkætlanirnar saman.
Og soumleiðis lýsir kanningin møguleikan at leggja allir undirsjóvartunlarar í eitt felag so at innrtøkur frá tunlum, sum geva avkast, verður brúkt til at fíggja aðrar tunlar við.
Og landsstýrismaðurin vísir á, at úrslitið av kanningini er, at fyri samfelagið er tað besta loysnin, at talan verður um almennar verkætlanir og at Eysturoyartunnilin ikki verður privatur, soleiðis sum arbeitt hevur verið fram ímóti í fleiri ár.

Minst 40% dýrari
- Verður tað eitt privat felag, sum fer at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, fer hann at vera minst 40% dýrari, enn um tað almenna ger og rekur hann.
Hetta er niðurstøðan í eini kanning, sum Landsverk hevur latið gera fyri Innlendismálaráðið.
Í kanningini, sum ráðgevaravirkið, Deloittes, í Danmark, eisini hevur verið upp í, verður staðfest ætlanin hjá einum privatum felag at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, verður ein dýr søga fyri samfelagið.
- Niðurstøðan er, at ein privatur undirsjóvartunnil fer at vera minst 40% dýrari enn ein almennur tunnil, staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður.
Hann sigur, at orsøkin til tað er, at tað fer at vera nógv dýrari hjá einum privatum felag at taka lán til eina slíka verkætlan, tí felagið hevur onga trygd.
Hinvegin kann landskassin fíggja eina slíka verkætlan munandi bíligari.

Tvær ferður 1,7 milliard
Kári P. Højgaard sigur, at tað skal tað privata læna til eina slíka verkætlan, verður rentan tvey-trý prosent hægri enn hon verður um so er, at landið fíggjar hana.
- Talan er um øgiliga stórar upphæddir. Ein Eysturoyartunnil kostar eina milliard og ein Sandoyartunnil kostar 700 milliónir, ella 1,7 milliard tilsamans.
- Men tað, sum ofta er gloymt i kjakinum um undirsjóvartunlar, er, at teir skulu eisini haldast og røkjast. Brúka vit norskan mátistokk, kostar ein tunnil tað sama í røkt og ábótum í 20 ár, sum hann kostar at gera.
- Tað merkir, at gera vit undirsjóvartunlar fyri 1,7 milliard, kostar teir líka stóra upphædd at halda tey næstu 20 árini.
- Sostatt er talan um risastórar upphæddir, sum krevjast fyri at knýta Eysturoy og Sandoy upp í meginøkið við undirsjóvartunlum.
Eftir at hava fingið úrslitið av kanningini, sær landsstýrismaðurin fyri sær, at skulu vit gera ein Eysturoyartunnil og enntá ein Sandoyartunnil, slepst ikki uttan um, at talan verður um almennar verkætlanir.
Hann sigur eisini, at talan má vera um samhaldsfestar verkætlanir, har øll eru við til at gjalda, antin so ella so.
- Tað slepst ikki undan, at tað almenna er uppi í, staðfestir hann.
Hann sær eisini fyri sær, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst, tí so kunnu inntøkurnar frá honum brúkast til at fíggja Sandoyartunnilin.

Les eisini greinina: Rokningin má býtast sundur ímillum allar føroyingar