Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Tó so eru tvey mál um rúsdrekkakoyring.
Í Klaksvík var ein tikin klokkan 1 í nátt, har tað vísti seg, at viðkomandi hevði drukkið ov nógv til at koyra bil.
Í Havn varð boðað frá einum tilburði á Essabarr, sum kortini ikki bleiv til eitt. Ein fullur maður var ov ólátaður og varð koyrdur á dyr. Har hendi so ikki meira. Hetta var um hálvgumtveytíðina í nátt.
Klokkan hálvgum fimm var aftur ein bilførari steðgaðu, har tað vísti seg, at hann hevði drukkið ov nógv, tað var í Havn.
– Alt í alt hevur tað verið ein stak friðarligt nátt hjá løgregluni, sigur vakthavandi í morgun.











