Tveir lambskotnir almennir stovnar

Politiskt hevur verandi skipan verið trupul at umsita og hevur mangan givið bæði landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið, sigur Edmund Joensen m. a. í viðmerkingunum til uppskot um teir báðar stovnarnar LV og SL

Ólavur í Beiti


? Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins, soleiðis at undir Vinnumálastýrinum verður skipað deild, sum skal taka sær av øllum virkseminum, sum nú er hjá Landsverkfrøðingsstovninum og hjá Strandfaraskipum Landsins, og so nógv sum gjørligt av tí virkseminum, sum nú hoyrir undir hesar stovnar, verður privatiserað og útlisiterað til privat at røkja, og at uppgávurnar hjá nýggju deildini skulu í høvuðsheitum vera ráðgeving, útbjóðingar og at vera eftirlitsstovnur fyri Føroya Landsstýri, er uppskotið hjá Edmundi Joensen, sum hann hevur lagt fram vegna Sambandsflokkin.


Stovnarnir endurskoðast

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Edmund Joensen, at nú annað árið á rað hava Landsverkfrøðingsstovnurin og Strandfaraskip Landsins virkað sum tveir lambskotnir almennir stovnar. Støðan hevur sostatt verið bæði ótrygg og ótolandi.

? Politiska viðgerðin av undirsjóvartunlinum og akutta støðan á Strandfaraskipum Landsins, nú talan er um at leggja skipini, vísir, at tíðin er komin, har hesir stovnar eiga at verða endurskoðaðir. Flestu munnu ásanna, at skipanin hevur fingið loyvi at vaksa á ein hátt, sum ikki gevur borgarunum bestu og bíligastu tænastuna.

? Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setir eina skjóttarbeiðandi nevnd at koma við einum fullfíggjaðum uppskoti um, hvussu hetta best kann gerast, so endamálið við eini privatiseringar-/útlisiteringarætlan av nevndu stovnum kann verða rokkið. Tænastan, sum kemur at avloysa ta verandi, skal hava sum mál at útvega borgarunum eina betri og ódýrari tænastu, sigur Edmund Joensen m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.