Í dag hevur Iran váttað, at leiðarin í landsins ovasta trygdarráði, Ali Larijani, er dripin. Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.
Iran hevur eisini váttað, at leiðarin fyri sonevndu Basij-deildunum, Gholamreza Soleimani, er dripin.
Basij-deildirnar, sum virka undir iransku kollveltingarhirðuni, eru kendar fyri at fara harðliga fram, eitt nú ímóti mótmælisfólki, sum seta seg upp ímóti iranska stýrinum.
Ali Larijani hevur verið ovasti trygdarleiðari í Iran síðan august í fjør.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at Ali Larijani verður roknaður fyri at hava verið í ovastu leiðsluni í Iran, síðan USA og Ísrael lupu á landið fyri stívliga tveimum vikum síðan.
Lesið eisini -
Ovastin fyri iransku Basij-deildini fyribeindur - https://www.in.fo/news-detail/ovastin-fyri-iransku-basij-deildini-fyribeindur
##med2##












