Grimsby Town er nú millum sjey tey fremstu liðini

Liðið hjá David Geza Turi tryggjaði sær sigurin langt inni í yvirtíðini

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town stríðast fyri at enda millum sjey tey ovastu liðini í ensku League Two, so teir kunnu spæla dystir um uppflyting til League One.

 

Geza var 87 minuttir á vøllinum í kvøld, tá Grimsby á heimavølli tók móti Fleetwod Town. Tá vanliga leiktíðin var farin var støðan javnleikur 0-0. Seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Jaze Kabia stóra hetjan hjá Grimsby, tá hann skoraði sigursmálið.

 

Grimsby er nú nummar sjey í deildini við 59 stigum. Chesterfield á áttanda plássinum hevur eisini 59 stig, men teir hava spælt ein dyst fleiri enn Grimsby. Crewe Alexandra og Walsall hava 57 stig á níggjunda og tíggjunda plássinum, og tey hava eisini spælt ein dyst fleiri enn Grimsby.

 

Leygardagin klokkan 15 hevur Grimsby dyst á heimavølli móti botnproppinum, Barrow.