Karolina Ejlersdóttir Sørensen er sett sum nýggjur leiðari í Barnhúsinum Imba. Hon kemur fyri Ingrið Fuglø, sum hevur verið leiðari á stovninum síðan 2013.
Karolina er 36 ára gomul og er útbúgvin námsfrøðingur.
- Hon hevur nógvar og fjølbroyttar royndir innan námsfrøðiliga økið og hevur síðan 2024 verið leiðari í frítíðarskúlanum í Hvannasunds kommunu.
Í Hvannasunds kommunu ynskja tey Karolinu Ejlersdóttir Sørensen bestu eydnu við uppgávuni, og tey gleða seg til samstarvið.










