Tveir Eyvind Egholm, doyðu blaðungir

Tað kann neyvan hugsast ein verri støða hjá einum pápa enn at koma heim av skipi og fortelja konuni, at sonurin var saknaður og ikki kom heim við. Hetta hendi hjá Alfred Egholm

Fyrri gravsteinurin í hesi grein stendur í gamla kirkjugarði yvir Eyvind Egholm, sum doyði í 1925 av sjúku, bert 16 ára gamal. Hann var sonur Onnu Sofíu f. Petersen úr Funningi og Johan Hendrik Egholm úr Havn.

Tey fingu 11 børn, og tey vóru Lena, Peter, Amalia, Jens Peter, Alfred, Hertha, Arnhold, Eyvind, Nella, Malla og Gunhild, sum er seinasta av systkj­un­um, sum er á lívi.

Sagt varð um teirra heim, at har var tann regla galdandi, sum um hon hekk uppi yvir køkshurðini heima, at »arbeiðið er eitt vælsignilsi«. Har í húsi­n­um lærdu tey ungu av fyri­dømi foreldra, og tað var einki sum æt at taka sær av løttum. Eingin kom út haðani fullfloygdur uttan at ásanna arbeiðsgleðina.

Eyvind doyðu ungur av sjúku, bert 16 ára gamal. Hann var sagdur at vera ein fittur og evnaligur drongur.

Beiggin Alfred uppkall­aði ein son eftir honum. Men honum varð heldur ikki langt lív lagað.

Raskir sjómenn

Fyrst skal vera sagt, at tað vóru raskir sjómenn mill­um hesi systkin. FF-blaðið hevði í 2005 frásøgn um bjargingaravrik hjá Jens Peter og Alfred sum skiparar.

Annað var, tá ið Jens Peter Egholm, vanliga kallaður Des, sum skipari á Mignionettu í 1935 bjarg­aði manningini á Langa­nes, sum var komið í havs­neyð í illveðri undir Íslandi. Hon rak fyri vág og vind, og støðan var vánalig innanborða. Mignionettu kom fram á Langanes, og tað eydnaðist teimum undir truplum umstøðum at bjarga mann­ingini, sum var illa fyri, umborð á Mignionettu.

Jens Peter doyði í 1982.

Alfred, vanliga kallaður Affe, var eisini framúr sjómaður. Tað er tiltikið, tá ið hann sum skipari á Suðuroynni bjargaði manningini á fronsku skonnartini Marcel René í 1932 í sama illveðrinum, sum beindi fyri Lauru og Immanuel við 38 monnum tilsamans.

Teir vóru á veg avstað við Suðuroynni, og vóru komnir til Funnings eftir monnum, sum skuldu við. Meðan teir liggja har, fellur barometrið nógv fyri tað illveðrið, sum kom. Nógvir bretskir trolarar komu inn á Funningsfjørð at kroka. Hóast hetta fer Suðuroyggin avstað. Orsøkin var tann, at Affe hevði droymt, at eitt skip var í havsneyð vestur úr Føroyum. Teir komu beint á skipið og fingu bjargað manningini í evstu løtu.

Fyri hetta fekk Affe heiðurmerki frá franska flotamálaráðnum. Hann fekk eisini eitt krusifiks frá manningini. Hetta er enn í varðveitslu hjá ættini.

Tað kann eisini vera nevnt, at systirin Helena, sum var ljósmóður, giftist við Sofus Højgaard úr Rituvík, og hann var eisini ein kendur skipari. Hann førdi fleiri skip og átti Catrinu, sum var uppkallað eftir fyrru konu hansara.

Eyvind hvørvur í dokkini í Aberdeen

Alfred kom út fyri eitt tað ringasta, sum ein pápi kann koma út fyri, nevniliga at missa ein son, sum hann sum skipari hevði ábyrgd­ina av.

Alfred átti bátin »Sonja Egholm«. Í mars 1946 vóru teir í Aberdeen og landaðu. Teir fingu land­ingarútgerð frá landi av, og tað vóru fólk á staðnum sum land­aðu. Men nakað hevur verið galið við hesi útgerð, tí okkurt gongur fyri, so ein landari, sum kemur framvið, fær skaða.

Tá ið teir í september árið eftir koma aftur til Aber­deen, verður Alfred møttur av einum endur­gjaldakravi frá tí skadda arbeiðaranum, sum er heili 4.500 pund, sum var heilt nógvur pen­ingur tá í tíðini. Alfred fær ábyrgdina av vanlukkuni, hóast landing­in var fyri­skipað av land­ingarmonn­um á uppboðs­søluni. Alfred avvísir blankt kravið, sum hann metir at vera honum óviðwkomandi. Men hald verður lagt á skipið, og teir sleppa ikki avstað, tá ið teir ætla at fara.

Meðan teir bíða, hendir tann syrgiliga vanlukkan, at Eyvind, sonur Alfred, druknar.

Eyvind var ein ungur lættlyntur unglingi, júst ikki fyltur 21 ár. Í Dimma­lætting fær hann tað um­­mæli, at hann var »til trods for sin unge alder en dygtig og djærv sømand, som tillige var særdeles afholdt af alle dem, han færdedes iblandt«.

Var samdroymdur

Sofus Poulsen í Aberdeen kendi væl Alfred, og hann sigur, at Alfred greiddi honum frá hesum tilburði. Eyvind hevði sagt so við pápa sín: "Pápi, eg komi við tær hendan túrin til Íslands, og vit skulu gera ein rimmar túr."

Hann so gjørdi, og alt gekk sum vanligt, uttan tað, at Affe hevði ein dreym, at dekkið var fult av blómum og kransum. Hann hugsaði so, hvat ið hetta skuldi týða. Um tað mundi vera, at teir fingu ein ringan túr ella hvat. Fiskiskapurin, teir snurr­aðu eftir flatfiski, gekk væl, og teir fingu eina góða last og fóru so til Aberdeen at landa. Ferðin niður gekk væl, og sølan var góð.

Seinni høvdu teir verið í landi, og teir komu oman at Dee ánna, har bátarnir vanliga lógu aftaná land­ingina á fiskamarkn­aðin­um. Vatnstandurin har er ávirkaður av flóð og fjøru, so at langt er niður á dekk­ið, tá ið fjøra er, og áarføri er ofta á fjøru. Hetta var tíverri støðan, tá ið teir komu oman. Teir fóru so niður eftir jarnstigunum, sum har vóru. Komnir umborð saknaði Affe Eyvind. Hann rópti so eftir honum, men fekk einki svar. Tá kom tað fyri hann, at sagt varð í dreyminum: »Tú kanst rópa sum tú vilt, men svar fært tú einki«. So var tíverri. Hóast leitað bleiv dúgliga sóu teir einki til Eyvind. Aftur vísti tað sama,sum við franska skipinum, at Affe var samdroymdur.

Eyvind hevur vist mist fótafestið, er gliðin í ánna og er tikin til havs við streyminum. Nú mátti sleppast heim, og fyri at sleppa avstað aftur mátti Alfred veita eina trygd uppá 3.000 pund ella kr. 60.000.

Hetta var ein ræðuligur smeitur hjá Alfred at koma heim aftur uttan sonin. Og minni smeitur var tað ikki fyri konuna Eriku. Tað gekk leingi um nakrantíð, at tey komu yvir tað.

Tá ið Affe fór til gravar vórðu eisini minningarorð søgd um Eyvind, eins og navnið hjá honum eisini kom á gravsteinin fyrst hjá pápanum og síðan hjá báðum foreldrunum. Affe doyði í 1972, 69 ára gamal. Konan Erika, fødd Justinussen úr Leirvík, doyði í 1993, 92 ára gomul.

 

 

 

Komandi frásøgn

Frásøgnin komandi hósdag verður um Óla Arge, pápa Bil Óla. Hann var úrmælingur sum grótmaður