Útvarpsverturin vald í bygdarráðið í Vestmanna

Pauli T. Petersen var greiður toppskorari í Vestmanna, har útvarpsverturin Sára Jógvansdóttir kom inn sum triðvald

Tað var bert tann eini listin í Vestmanna, og borgarstjórin Pauli T. Petersen gjørdist greiður toppskorari við heili 248 atkvøðum. Bjørg á Rógvi bleiv næstvald, meðan Sára Jógvansdóttir, sum tey flestu kenna úr útvarpinum, gjørdist triðvald.

Kvinnurnar eru í meiriluta í Vestmanna, tí tær eru fýra av sjey limum í bygdaráðnum. Umframt Bjørg á Rógvi og Sáru Jógvansdóttir, eru eisini Anja og Laila Haldansen valdar. Seinastu limirnir eru Eyðun Hansen og Ingi Olsen.

Vert er at nevna, at formaðurin í SEV-stýrinum, John Zachariassen, bleiv ikki afturvaldur.