Á norska TV2 undrast verturin á, at ein drápsroynd bara gevur gult kort í føroyskum fótbólti. Hetta er ein av fleiri øðrvísi hugleiðingum, sum eru komnar nú føroyskur fótbóltur verður fylgdur av altjóða miðlum.
https://www.facebook.com/TV2sporten/videos/242163253873468/Síggja sjónbandabrotið við at trýsta HER
Í hesum førinum er tað verturin, Marius Skjelbæk, sum undrast á linjuna hjá dómarunum í Føroyum. Hann brúkar dystin í Fuglafirði millum ÍF og KÍ sum dømi. Hann sigur, at hann hevur fingið eina ábending um, at dómarin í dystinum, Petur Reinert, letur meiri ganga enn ein vanligur dómarin.
Síðani heldur Marius Skjelbæk, at í Føroyum spælir tú bara víðari eftir takling aftanfrá, meðan drápsroyndir geva gult. Eftirfylgjandi spyr hann so hvat skal til, fyri at fáa reytt kort. Alt hetta, meðan tríggjar ógvusligar taklingar í dystinum verður vístar.