TV2: Åge Hareide verður danskur landsliðsvenjari

Danska sjónvarpsstøðin heldur, at tað er púra givið, at 62 ára gamli norðmaðurin tekur við starvinum

Danmark hevur áður havt svenskar og týskar fótbóltslandsliðsvenjarar. Nú er líkt til, at Danmark skal hava ein norskan landsliðsvenjara.

 

Fótbóltsserfrøðingurin hjá danska TV2, Flemming Toft heldur, at tað er bara talan um smálutir, so verður ein sáttmáli undirskrivaður millum 62 ára gamla norðmannin, Åge Hareide, og danska fótboltssambandið, DBU. Åge Hareide er annars í starvi nú, sum høvuðsvenjari hjá svenska stórliðnum Malmö FF.

 

Åge Hareide hevur verið í starvi í donskum fótbólti áður. Árini 2000-2002 varð hann høvuðsvenjari hjá Brøndby. Í 2002 rýmdi hann úr starvinum mitt í kappingárinum, og tað eru ikki øll í danska fótbóltsheiminum, sum hava gloymt tað, hóast 13 ár eru liðin síðani hendingina. 

 

Åge Hareide hevur eina uppsagnartíð uppá seks mánaðir, men helst letur Malmö hann sleppa úr starvinum, tá dystirnir í bólkaspælinum ímóti Paris Saint Germain, tá Zlatan vitjar barndómsfelagið hjá sær, og útidysturin ímóti Real Madrid eru avgreiddir í Champions League bólkaspælinum.