Tvær stórar javnstøðuráðstevnur í komandi viku

Mikudagin og hósdagin verða tvær stórar alemennar norðurlendskar ráðstevnur um javnstøðu, har heili 19 norðurlendingar halda fyrilestur. Evnini verða javnstøðu í skúlanum og í lóggávuni

Norðurlandahúsið verður karmur um tvær stórar javntøðuráðstevnur, sum Útnorðurráðið skipar fyri mikudagin og hósdagin. Fyrra dagin verður evnið javnstøða í skúlanum og seinna dagin javnstøðulógir og virkisætlanir.

Á ráðstevnunum, sum eru óheftar av hvørji aðrari, verður heili 19 fyrilestrahaldarar úr øllum Norðurlondum, og báðar tvær eru bæði almennar og ókeypis.


Almennar og ókeypis

Javnstøða í skúlanum snýr seg um týdningin av javnstøðu millum kynini heilt frá barni av, og hvussu javnstøða kann fremjast í skúlanum. Málbólkurin er lærarar, pedagogar, foreldur, skúlanevndir, politikarar og onnur áhugað.

Á ráðstevnuni um javnstøðulógir og virkisætlanir verða javnstøðulógirnar í ymsu Norðurlondunum til viðgerðar. Greitt verður eisini frá broytingum, virkisætlanum og royndunum av hesum, og her er málbólkurin politikarar, starvsfólk í fyrisitingini og onnur áhugað.

Ráðstevnurnar, sum báðar dagarnar eru millum klokkan 9.30 og 16.00, eru almennar og ókeypis. Tey, sum vilja hava mat í døgurðasteðginum skulu tó tekna seg til á jafnretti@jafnretti.is

Nágreiniligar skráir eru at finna á www.javnratt.fo. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum, luttaka á ráðstevnunum, sum báðar dagarnar enda við kjaki.


Javnstøða í skúlanum

Á ráðstevnuni um javnstøðu í skúlanum, sum verður mikudagin, finna vit eitt nú hesar fyrilestrahaldarar:

Carita Peltonentur, konsulentur: Javnstøða í Norðurlondum – menning og royndir.

Lasse Højbjerg Helsted, fulltrúi í danska vinnumálaráðnum: Avmarkandi kynsleiklutir – dagstovnar og skúlar sum menningarrúm.

Arnfríður Aðalsteinsdóttir, projektleiðari á íslendsku javnrættarstovuni: Kvinnur og menn mugu tosa saman. Javnstøða í forskúlanum og skúlanum.

Marna Jakobsen, cand. mag.: Kynsperspektiv í føroyskum skúlum.

Elisabeth Wahl, svenska útbúgvingarmálaráðið: Javnstøðuarbeiðið í verki í svenskum skúlum


Javnstøða í lóggávuni

Seinna dagin, hósdagin, tá evnið verður javnstøðulógir og virkisætlanir, verða millum onnur hesi á skránni:

Guðbjörg Linda Rafnsdóttir, professari við íslendska universitetið, og Karin Jóhanna Knudsen, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning: Vælferð og javnstøða í Útnorði.

Kári á Rógvi, løgfrøðingur og løgtingslimur: Javnstøða í Føroyum.

Hans Petter Graver, professari við Senter for Europarett, univeristetið í Oslo: Framløga av nýggjari heildardiskrimineringslóg í Noregi.

Aleqa Hammond, landstingslimur í Grønlandi: Politikkur sæddur við grønlendskum kvinnueygum.

Ingibjörg Eliasdóttir, løgfrøðingur: “Javnstøðupoliti” – fer tað kanska at vera neyðugt? Nýggja íslendska javnstøðulógin.

Mia Helena Heikkilä, granskari: Diskrimineringslóg ella javnstøðulóg? Lógir og virkisætlanir sum vegur at fremja javnstøðu í Finlandi og Svøríki.