Seinnapartin leygardagin boðaði ein alarmur á Landssjúkrahúsinum frá eldsbruna.
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og kundu teir staðfesta, at alarmurin hevði boðað rætt frá: Inni í einum rúmi var vorðin heldur heitt og nógvur dampur, og tí sló alarmurin til sum hann skuldi.
Teir stóru brandbilarnir fóru beinanvegin av Brandstøðini við Oyggjarvegin og út á Landssjúkrahúsið, har teir so kundu staðfesta at talan ikki var um nakran álvarsligan tilburð.
Meðan teir eru í ferð við at rigga av á Landssjúkrahúsinum, kemur ein fráboðan aftrat. Hesa ferð snýr tað seg um ein eldsbruna sum var í ferð við at menna seg í einum sethúsum í vesturbýnum í Havn.
Sløkkiliðið var ikki so langt frá staðnum, og eftir 2-3 minuttum vóru teir við hesi sethúsini, og kundu her staðfesta, at eldur var komin í innanvert klædningin á skorsteininum, sum tíbetur lá uttaná húsunum.
Teir fingu skjótt bast eldinum. Men vildi illa til, hevði hesin kunnað ment seg til ein enn størri eldsbruna, ikki minst tí at vindurin var so nógvur.