Føroysk teldutala
Ein ektað føroysk verkætlan innan teldutalu, sum hevur vakt ans í Norðurlondum.
Soleiðis kann ein í stuttum lýsa ta verkætlanina, sum seinnapartin í gjár varð løgd alment fram í Norðurlandahúsinum.
Her er talan um eitt forrit, sum kann lesa føroyskan tekst, og sum aftur kann virka sum eitt hjálpitól hjá blindum og lesitarnaðum.
Við teldutaluni kunnu hesi fólkini sjálvstøðugt ogna sær vitan av Alnótini og annars samskifta við onnur á føroyskum skrivtmáli.
Samstundis sum ein hevur ment hesa loysnina, hevur henda skapt grundarlag fyri øðrum KT-loysnum, har talan er um at samskifta frá teksti til talu.
Fyri málsliga og tøkniliga arbeiðinum hava staðið Sjúrður Gullbein frá Føroya Blindastovni, Petur Helgason frá Universitetinum í Uppsala og Kjell Gustafson frá svensku fyritøkuni Acapela Group.
Leiðari fyri verkætlanini, sum byrjaði fyri fimm árum síðani, er Karin Kass frá Blindastovninum.
Høvuðsstuðul hevur verið Nordisk Sprogteknologisk Forskningsprogram, stytt NorFa.
Føroyskt tekstasavn
Samstundis við framløguna av føroysku teldutaluni varð eisini ein onnur føroysk verkverkætlan løgd fram við heitinum "Teldutøkt føroyskt tekstasavn".
Tað er 50 ára gamla, Kirsti Hansen úr Havn, sum starvast sum lektari á Gøteborgs Universitet sum hevur samskipað hetta, og hevur eisini sjálv ment eitt elektroniskt tekstasavn, sum fevnir um árgang 1998 av Dimmalætting.
Hetta tekstasavnið er ein virðismikil fongur í øllum sløgum av málsligari greining. Her verður m.a. hugsað um tíddargreining av úrvaldum orðum, setningafrøði, mállæru og kanningar av hevdbundnum orðingum. Við dømum verður víst, hvussu tekstasavnið kann fremja áhuga, tilvit og gransking í føroyskum máli.
Í fjør varð ein verkætlan, sum miðaði eftir at marka eina ávísa nøgd av teldutøkum teksti, framd á Føroyamálsdeildini.
Endmálið við arbeiðinum er at gera eitt tekstasavn, sum er markað við málfrøðiligum upplýsingum, eins og gjørdur er ein orðalisti út frá leitiorðum og bendingarupplýsingum í føroyskari orðabók.
Eitt slíkt markað tekstasavn er ein fyritreyt fyri at koma longri í samband við telduforrit, sum kunnu viðgera føroyskt mál. Við dømum verður víst, hvussu hetta tekstasavnið kann fremja áhuga, tilvit og gransking í føroyska málinum.
Heini Justinussen hevur staðið fyri tí tøkniliga partinum av arbeiðinum og Zakaris Svabo Hansen og Mortan Vang hava tikið sær av tí málfrøðiliga partinum. Granskingarráð fíggjaði verkætlanina.