Teir vóru vónbrotnir, og tað var lætt at fylgja teimum. Sandoyingar stríddust manniliga, tað var um reppið at teir vunnu øll trý stigini, javnleikurin var á stokkinum, men í evstu løtu mistu teir alt ímóti NSÍ.
Í morgin skal B71 í Gundadal at vitja HB, og 2. páskadag skal B71 til Klaksvíkar. Talan kann tykjast um stórar bitar at gloypa hjá unga og í fremstu røð lítið roynda sandoyarliðnum. Serliga í Gundadali verður tað torført ímóti røðini av landsliðsspælarum. Møguleikin fyri stórtapi lúrir, meðan sannlíkið fyri hampiliga góðum úrsliti ivaleyst verður væl størri, tá ið B71 mánadagin fer at vitja í Klaksvík.
Allir teir, sum vóru við í uppgerðini ímóti NSÍ, eru tøkir í morgin. Harafturat kemur tað sera væl við, at Wellington Soares aftur er tøkur, eftir at hann var leikbannaður ímóti NSÍ. Leikbannið komst av, at Wellington varð rikin av vøllinum, tá ið B71 í 2. umfari í kappingini um Løgmanssteypið vitjaði í Streymnesi.
B71 hevur ikki verið í bestu deildini síðani í 2001, tá ið sandoyingar fluttu niður. Hetta árið hilnaðist tað væl hjá B71 ímóti HB. Í Gundadali endaði tað við málleysum javnleiki, og heima á Sandi vann B71 3-2.









