Seinastu tíðina hevur Miðlahúsið varpa ljós á støðuna hjá barnakonum úr Suðuroy, ið kunnu koma í trupulleikar, tá tær skulu av oynni at eiga síni børn.
Millum annað hevur Bjarma Lisberg úr Hvalba víst á, at hon hevði biðið um eina íbúð í góðari tíð, men bert fingið bjóða eitt kamar frá Landssjúkrahúsinum. Tað innibar, at hon ikki fær bæði børnini og mannin norð við tá hon skal eiga, tí tað var ikki pláss fyri øllum.
Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, sigur at tað er ein glotti at hóma hjá barnakonum, ið koma aðrastaðni frá til Havnar í góðari tíð.
- Vit arbeiða uppá at gera tvær íbúðir afturat klárar. Vit hava arbeitt uppá íbúðirnar síðan ídnaðarferian var liðug, men av tí at vit valdu at skifta øll vindeyguni út, tók tað einar tvær vikur longri enn væntað, sigur Johnny í Grótinum.
Tær báðar íbúðirnar verða væntandi klárar í næstum og tískil verða tað framyvir fýra heldur enn tvær íbúðir, ið verða til taks.