Á fleiri donskum posthúsum óttast tey tíðina, nú nógvir føroyingar senda turran fisk sum gáva til útisetar. Newspaq skrivar á netinum, at í fleiri førum steðgar postsorteringin á donsku posthúsinum upp, tá hol er komið á onkran føroyskan pakka við mati í.
Lars Kaspersen, kunningarstjóri hjá Post Danmark, sigur við Newspaq, at tað ringasta er á jólum, tá tað javnan kemur fyri, at sterkur luktur frá turrum fiski er um alt posthúsið. Og serliga sigst hetta vera vanligt á posthúsunum í Fredericia, Brøndby og Keypmannahavn.










