Turkaland: - Svøríki noyðist at taka fleiri stig aftrat

- Svøríki noyðist at taka fleiri stig, áðrenn vit kunnu góðkenna svensku umsóknina um limaskap í Nato, sigur turkiski uttanríkisráðharrin.

Í dag hava uttanríkisráðharrarnir í Turkalandi og USA, Mevlüt Çavuşoğlu og Anthony Blinken, havt fund, nú uttanríkisráðharrarnir í Nato eru til fundar í Brüssel.

 

Á fundinum hava uttanríkisráðharrarnir umrøtt svensku Nato-umsóknina, eins og teir hava umrøtt eitt ynski hjá Turkalandi at keypa F-16 jagaraflogfør.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

 

Turkaland hevur higartil ikki viljað viðmælt svensku umsóknini um Nato-limaskap, tí landið heldur, at Svøríki hýsir kurdiskum yvirgangsfólkum.

 

Svøríki hevur tikið fleiri stig til tess at tekkjast Turkalandi, men Mevlüt Çavuşoğlu sigur, at hetta er ikki nóg mikið.

 

- Svøríki noyðist at taka fleiri stig aftrat, áðrenn vit kunnu góðkenna svensku umsóknina um limaskap í verjusamgonguni, sigur turkiski uttanríkisráðharrin.