2. ð í Hoydølum skal námsferð til Grikkalands í heystfrítiíðini og tað kostar pengar.
Tí hava tey skipað fyri ymsum tiltøkum fyri at savna sær pening til ferðina, og tey hava fingið heilt fitt burtur úr.
Í morgin skipar flokkurin fyri stórum tiltakið í skúlanum á Argjum.
Tiltakið byrjar klokkan 11, tá loppumarknaðurin letur upp.
Klokkan 13 verður tunnusláing fyri børn og ung.
Harumframt fer 2. ð at skipa fyri køku- og mattombola. Í mattombolanum er millum annað møguleiki at vinna eitt tjógv.
Harumframt kemur ein klovnur á vitjan. Hvat hann fer at finna uppá, er ikki gott at vita, men fyrireikararnir siga, at teir eisini fara at skipa fyri klovnamáling.
So tað endar kanska við, at tað verður meiri enn ein klovnur, tá tiltakið endar.
Fyrireikararnir vóna, at nógvar grýlur møta til tunnusláingina og fyri at eggja fleiri at gera tað, hava tey avgjørt at lata bestu grýluni virðisløn.
Savnað inn til námsferð
Orsøkin til tiltakið er, at næmingarnir í 2. ð skulu námsferð til Grikkalands í heystfrítiðini.
Ein tílíkur túrur kostar fitt av peningi, og tí eru tey farin at savna pening til túrin í góðari tíð.
2. ð skal eftir ætlan verða á oynni Mykonos, sum liggur uttanfyri Athen. Tað tekur 5 tímar at sigla úr Athen til Mykonos.
Úr Mykonos ætlað næmingarnir at gera útferðir til onnur støð, m. a. til Delos og til Delfi. Eisini ætlar flokkurin at steðga í Athen í einar tveir dagar.
Næmingarnir fara avstað í heystfrítíðini og rokna við at verða burtur í umleið tvær vikur.