Tunnilsvegurin í Leirvík komin í Tingið

Sjálvsstýrisflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um vegin millum Norðoyatunnilin og Leirvíkartunnilin Uppskotið, sum Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur lagt á tingborð, er eitt lógaruppskot, sum heimilar landssýrismanninum í vinnumálum at skipa fyri, at vegur verður gjørdur millum Norðoyatunnilin og Leirvíkartunnilin.

Í uppskotinum stendur, at vegurin skal gerast oman fyri bygdina í Leirvík, og at hann skal takast í nýtslu í seinasta lagi 1. oktober í 2009. Byggiútreiðslurnar skulu ikki upp um 50 mió. krónur.

Løgtingið hevur samtykt, at tunnilsvegurin skal gerast niðan fyri Leirvíkar bygd, men Leirvíkar bygdarráð samtykti í vár at biðja myndugleikarnar broyta verandi lóg, soleiðis at tunnilsvegurin verður gjørdur uppi á Brekkum oman fyri bygdina.