At summar barnakonur og smábarnamammur fáa trupulleikar við tunglyndi er ikki nakað nýtt. Aðrastaðni vísa kanningar, at millum 10 og 16 prosent av kvinnunum fáa trupulleikar við lyndinum, meðan tær ganga við barninum, ella aftaná at tær hava átt.
Samstundis vísa kanningar - eitt nú í Noregi - at tað er sera umráðandi at fáa staðfest, at ein barnakona ella smábarnamamma líður av tunglyndi.
-Tað er umráðandi at fáa staðfest og at viðgera tunglyndi hjá smábarnamammum, tí tunglyndi í burðartíðini ella barsilstíðini kann fáa varandi óhepnar avleiðingar fyri menningina hjá barninum, sigur granskarin Lillebeth Larum við blaðið Aftenposten.
Norsku heilsumyndugleikarnir arbeiða nú við at finna eina skipan, sum skal avdúka tunglyndi hjá barnakonum so tíðliga sum gjørligt.