Útbúgving
Rigmor Dam
Anna V. Ellingsgaard
rigmor@sosialurin.fo
anna@sosialurin.fo
Tað, sum skuldi verið besta lærutíðin aftan á miðnámsskúlan, nevniliga árini har vit nema okkum eina hægri útbúgving, eru ikki meiri enn næstbest á Lærara- og Pedagogskúlanum á Frælsinum í Havn.
Kærur og stuðulsskriv frá næmingum eru eftir øllum at døma úrslit av fleiri árum við frustratiónum og vánaligum stemningi á skúlanum. Hetta verður eisini undirstrikað av, at hóast næmingar og lærarar hava nógv upp á hjarta, torir ongin at standa fram við navni.
Men trupulleikin er har. Tað hava vit staðiliga fingið prógvað seinastu dagarnar, har vit hava tosað við fleiri umboð fyri lærararnar og næmingarnar.
Sambært umboði fyri 3.p, var kæran, sum tey sendu Mentamálaráðnum, allar seinasti útvegur, eftir at tey høvdu roynt alt annað.
- Okkara partur liggur ikki eftir. Vit hava roynt og roynt at koma í samband við leiðsluna og at finna eina loysn. Men til fánýtis, sigur umboðið fyri næmingarnar.
Avlýstar veitslur
Men eitt eru sjálvar klagurnar við ítøkiligum atfinningum um vantandi samskifti, kunning og undirvísing á skúlanum, sum, sambært aktuellum lýsingarátaki, klekir fólk til heimsins týdningarmesta starv.
Eitt annað er skúlin sum útbúgvingarstovnur, við øllum tí, sum hoyrir til ein slíkan av felagsskapi, stuttleika, upplivingum og tiltøkum, sum eigur at menna okkum sum menniskju.
Bæði lærarar og næmingar, sum vit hava tosað við, vísa á vánaliga stemningin á skúlanum. Eisini verður víst á, at ongin næmingaveitsla hevur verið á Føroya Lærara- og Pedagogskúla í fleiri ár vegna vantandi undirtøku. Og hetta er skúlin, sum fyrr hevði eitt umdømi sum staðið við teimum góðu veitslunum.
- Her er ongin lestrarandi. Øll ganga í sjálvdrátti. Her onki samanhald ella felagsskapur. Hvørki millum næmingar ella lærarar, sigur umboð fyri næmingarnar, sum sigandi leggur afturat, at tað kennist sum, at um øll bara passa sítt, so eru tey trygg.
- Eg kenni tað sum, at eg skal bara yvirliva hesi 3½ árini. Tað var ikki hetta, eg hevði glett meg til.
Lærarastova í tvíningum
Vánaligi stemningurin merkist eisini millum lærararnar, ið, sum skilst, ganga í bólkum, sum ikki tosa við hvønn annan. Teir, sum vit hava tosað við, greiða frá um tutlan í krókunum og villar, persónligar konspiratiónsteoriir, sum vit ikki vilja endurtaka, tí ongin vil leggja navn til.
Herfyri fingu nakrir lærarar ætlanarskriv um uppsøgn. Lærarar, sum hava verið á skúlanum í fleiri ár. Orsøkin segðist vera bygnaðarbroytingar. Men hvørki næmingarnir ella lærararnir, sum vit hava tosað við, siga seg kenna nakað til hesar bygnaðarbroytingar. Eiheldur hevur nakar lærarafundur verið í langa tíð.
Nøkur av málunum um uppsøgdu lærararnar liggja nú hjá Magistarafelagnum, sum ikki vil úttala seg til pressuna, fyrr enn tey hava viðgjørt málini. Og lærararnir aftra seg eisini við at standa fram, tí teir óttast, at tað skal skaða teir.
Næmingarnir siga seg ikki kenna so væl til ósemjurnar millum lærararnar. Men teir kenna á sær, at okkurt ruggar ikki rætt.
Tøgn á leiðslugongini
Hvørki rektarin á Læraraskúlanum, Jóannes Hansen, ella lestrarvegleiðarin, Paulina Poulsen, vildu gera viðmerkingar til frustratiónirnar um vánaligan stemning á skúlanum.
Rektarin sigur seg heldur vilja brúka orkuna til at svara Mentamálaráðnum, sum hevur biðið um viðmerkingar til kærurnar frá næmingum í tveimum pedagogflokkum.
Landsstýriskvinnan í skúla- og mentamálum, Helena Dam á Neystabø, vil heldur ikki gera viðmerkingar til støðuna, fyrr enn kærurnar eru viðgjørdar í umsitingini í Mentamálaráðnum.










