- Eg klemmaði øll í nevndini hjá KÍ, og vit stóðu øll saman og dansaðu av gleði. Orðini eigur ein fegin KÍ-formaður, Tummas Lervig.
- Hetta er so stórt, men eg vil eisini hava FM. Orðini eigur kendi KÍ-fjepparin, Eyðun Thorgeirsson, ið iðrar seg um, at hann ikki torir at flúgva, og tí ikki fær farið til dystin móti FC Luzern í Sveis.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Tummas Lervig og Eyðun Thorgeirsson aftaná KÍ á Svangaskarði megnaði 0-0 móti litaviska Ritarai í Europa League undankappingini. Dysturin í Litava endaði 1-1, og tí vinnur KÍ seg víðari við útivallarmálinum hjá liðskiparanum, Jákupi B. Biskopstø.
Fyri bæði formannin og fjepparin var løtan á Svangaskarði risastór, og úrslitið hevur sera stóran týdning fyri báðar, ið hava brúkt nógvar tímar við sjálvbodnum arbeiði í KÍ.
Tummas Lervig væntar, at dysturin sum skuldi verða millum KÍ og B36 í Klaksvík mánakvøldið verður fluttur, tí KÍ má av landinum mánadagin.