Í sambandi við kvæðaráðstevnuna Og dansurin gongur, sum er í Norðurlandahúsinum 20.-23. juli, verður eitt spennandi tiltak týskvøldið 21. juli klokkan 19.
Tá stendur nevnilinga nýtulking av gomlu kvæðunum á skránni, og áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina framførslu, ið blandar gamalt og nýtt, siðvenju og tungmálm.
- Endamálið við tiltakinum er at vísa øðrvísi tulkingar av kvæðum – møguliga er neyðugt við nýtulkingum, um kvæðini skulu yvirliva, skriva fyriskipararnir.
Dansifelagið Sláið Ring, svenska Maria Länne Persson og finska Maija Karhinen-Ilo fara at framføra fjølbroyttar tulkingar av gomlum kvæðum, og kvøldið endar við einum braki, tá ið Týr trínur á pallin við nøkrum kvæðum.