Óttast fleiri bumbur

Hernaðarstýrið í Teilandi sigur seg stúra fyri fleiri bumbuspreingingum, eftir at átta bumbur brustu í høvuðsstaðnum Bangkok nýggjársaftan. Trý fólk doyðu, og umleið 30 vórðu særd. Hernaðarstýrið vil vera við, at tað vóru viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Thaksin Shinawatra, sum løgdu bumburnar, men tað avsannar fyrrverandi stjórnarleiðarin. Summir eygleiðarar halda, at tað vóru muslimskir loysingarmenn, sum skipaðu fyri spreingingunum, men tað halda myndugleikarnir ikki.