Felags fyri AB og ÍF er, at tey sunnudagin vunnu eitt stig. ÍF í málleysum javnleiki á heimavølli ímóti meistarunum í B36, og AB í 2-2 dysti á Svangaskarði, eftir at AB eina løtu var frammanfyri 2-0.
Tað plagar at vera strevið hjá ÍF á Argjum, men Jákup Mikkelsen, ÍF venjarin, sigur seg hava gott mót:
-Manningarliga eru vit væl betri fyri, enn vit vóru ímóti B36. Um liðið megnar at vísa sama hugburð á Argjum, sum tað vísti ímóti B36, so eru vánirnar góðar fyri, at vit fara at vinna, og vit ætla okkum at vinna.
ÍF venjarin ivast í, hvør skal verja málið á Argjum:
-Oliver Korch og Hallgrím G. Hansen eru komnir fyri seg eftir skaðar. Ímóti B36 spældi Tóri Traðará sera væl, so talan er um positivan trupulleika!
Ari Ó. Ellingsgaard og Bogi Reinert Petersen eru tøkir aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um Poul Nolsøe Mikkelsen og Aseshina Lawal vera førir fyri at spæla ídag.
AB venjarin, Trygvi Mortensen, var leingi væl nøgdur við avrikið á Toftum, men sum fleiri ferðir fyrr í ár, so eydnaðist tað ikki at varðveita leiðsluna:
-Vit spældu væl í fyrra hálvleiki á Svangaskarði, og vit høvdu møguleikar at avgera. Um tað skal eydnast at vinna á heimavølli ímóti ÍF, so skulu vit vera fokuseraðir alla tíðina og ikki gera mistøkini í verjupartinum, sum vóru orsøk til bæði málini ímóti okkum á Toftum. Vit kenna tað soleiðis, at allir dystirnir hjá okkum eru finalur, har dagsskráin er at sleppa longri burtur frá botninum, og soleiðis verður tað eisini ímóti ÍF, sigur AB venjarin.
Skaðalistin á Argjum er framvegis langur: Gert Drangastein, Andri Freyr Björnsson, Karstin Højgaard, Bárður Olsen og Gunnar Haraldsen. Rói Danielsen og Símun Samuelsen eru tøkir aftur.
13. mars vann ÍF 1-0 á heimavølli ímóti AB.