Tryggingin vil yvirtaka íslendska marknaðin

Tryggingarfelagið Føroyar ætlar, at framyvir skulu íslendingar keypa føroyskar tryggingar í Íslandi. – Vit vilja keypa eitt íslendskt felag, og vit eru ikki bangnir fyri at fara inn í Ísland, sigur Gunnar í Liða, forstjóri

- Vit vita, at tað er ein búskapur í botni, men vit hugsa langsiktað og vænta, at íslendingar fara at taka væl ímóti einum felagi, sum fokuserar upp á tryggingar.

Við hesum orðum greiðir Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, frá, at teir ætla at inn á íslendska tryggingarmarknaðin.

Síðan fyrst í 2007 hevur leiðslan í Tryggingarfelagnum Føroyar kannað umstøðurnar og fyrireikað hetta stigið, og í august 2008 kom verulig gongd á málið. Fyri tveimum vikum síðan tók nevndin formliga avgerð um, at farast skal undir virksemi í Íslandi.

Hetta varð kunngjørt á tíðindafundi á føroysku sendistovuni í Reykjavík.


Skulu inn so ella so

Tryggingarfelagið Føroyar eru støðufastir um at sleppa inn á íslendska marknaðin.

- Vit hava fýra møguleikar í at velja. Ein er at vit keypa eitt íslendskt tryggingarfelag, sum longu er á marknaðinum. Tað er møguleikin, vit helst vilja brúka. Tann næsti møguleikin at vit sjálvir stovna eitt íslendskt tryggingarfelag, og byrja frá botni. Triði møguleikin er at vit gera eina deild í Íslandi, og fjórði møguleikin er at vit selja tryggingar beinleiðis úr Føroyum. Vit vilja helst keypa eitt íslendskt tryggingarfelag, men vit fara inn á marknaðin so ella so, staðfestir Gunnar í Liða.


Hava neyðuga kapitalin

Fíggjarkreppan tykist ikki verða ein forðing hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hóast móðurfelagið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, TF Holding, væntast at hava eitt úrslit, ið er nógv merkt av, at virðið á íløgum er kvinkað niður í næstan einki, so stendur Gunnar í Liða fast við, at Tryggingarfelagið er krút sterkt fíggjarliga.

- Vit vita, at tað er ein handilslig vandaleið at fara inn á íslendska marknaðin, men vit meta at tað fer at geva avkast. Vit hava neyðugu vitanina og kapitalin, og vit trúgva at tað fer at løna seg, sigur Gunnar í Liða.


Altíð brúk fyri trygging

Tryggingarfelagið Føroyar hevur í løtuni millum 75 og 80 prosent av føroyska marknaðinum, og leiðslan metir tað verða torført at vaksa munandi um virksemið í Føroyum. Tí hava teir vent eygunum móti Íslandi, og er tað enn áhugavert fyri teir hóast kreppu.

- Trygging fer altíð at vera ein integreraður partur av infrastrukturinum í einum landi. Hús, bilar, skip og bátar eru har, og tey skulu tryggjast, og vit vænta at íslendingar fara at taka væl ímóti einum felag, sum leggur dent á trygging, heldur Gunnar í Liða fast við.


Líkir marknaðir

Tryggingarfelagið heldur tað eisini vera ein fyrimun, at tann íslendski og tann føroyski marknaðurin eru líkir.

- Vinnustruktururin hjá teimum líkist nógv tí føroyska. Teir hava eina fiskivinnu, ið er sera stór, eins og í Føroyum. Mentanarliga liggja vit heldur ikki fjart frá hvør øðrum, og lógarmessiga eru londini eisini sera lík, so hetta er ikki púra fremmant territorium vit flyta okkum inn á, staðfestir Gunnar í Liða.


Eingin forðing úr Íslandi

Føroyska vinnan hevur fleiri ferðir í seinastuni funnist hvassliga at Hoyvíkssáttmálanum, og hava skuldsett íslendingar fyri at leggja lógarmessigar snávingarsteinar fyri føroyingar, ið ætla sær inn á íslendska marknaðin. Hetta er tó ikki nakað, Tryggingarfelagið Føroyar hevur merkt.

- Vit hava møtt stórari vælvild allastaðni í Íslandi. Vit hava gott samskifti við umboð frá tryggingarfeløgum, bankum og íslendsku stjórnini, og teir hava tikið væl móti okkum, leggur Gunnar í Liða dent á.



Á innkeyp í Íslandi

Enn er tó eingin avgerð tikin um, hvat felag skal keypast, ella hvør leisturin verður.

- Avgerðin er tikin um, at vit skulu inn á íslendska marknaðin, men vit hava ikki gjørt av hvør leisturin verður. Hvør tíðarætlanin er, veldst um hvat vit gera, men í øllum førum vildi eg mett, at tað verður innan eitt ár, sigur Gunnar í Liða.

Hvørt tað verður undir navninum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar ella undir øðrum navni, er eingin avgerð tikin um enn, og heldur Gunnar í Liða at tað kann virka skaðandi, skuldi navnið verið fastsett frammanundan.