Við samanleggingini eru tey ymisku tryggingarøkini samskipað. Tryggingartakarin kann nú tekna allar vanligar tryggingar - húsa-, bil-, vanlukku-, vinnulívs- og skipatryggingar, undir somu lon á deildum felagsins kring landið. Tryggingarfelagið Føroyar er einasta felag, ið nøktar tørvin bæði hjá privatfólki og vinnulívi við prísi, treytum og serkunnleika á kappingarførum stigi.
Bíligari og
betri fyrisiting
Uppskotini vóru fleiri, tá ið nýggjur bygnaður skuldi gerast til samtakið. Semja varð so um at leggja saman heldur enn at skilja sundur. Tí soleiðis verður peningur og orka, sum annars høvdu verið bundin í fyrisiting, spard til hentari endamál.
Støðið undir tryggingarsamtakinum varð lagt fyri skjótt seksti árum síðan. Tann servitan og tær royndir, ið starvsfólkið hevur nomið sær øll hesi árini, er ein ómetaliga holl íløga, ein fyritreyt, tá ið talan er um tryggingarvirksemi.
Feløgini, ið nú hava kastað saman, eru Tryggingarsambandið Føroyar, Føroya Sjóvátrygging, Føroya Brunatrygging, Føroya Vanlukkutrygging, Krígstryggingin fyri føroysk fiskifør og Føroya Endurtryggingardeild.
Fíggjarlig styrki
At standa saman í einum sterkum felagi hevur avgjørdan týdning fyri kappingarførið og at halda tørn í ringum tíðum.
Tá búskaparligu brotasjógvarnir tey seinnu árini skræddu grundarlagið undan stórum parti av føroyska samfelagnum, stóð tryggingarsamtakið sína roynd. Samtakið stóð ímóti, hóast tað hevði lænt rættiliga nógvan pening til í fyrsta lagi kommunur og almennar stovnar, men eisini til íløgur í landinum annars. Hesar royndir sannførdu leiðsluna um, at tað einasta rætta var at miðsavna orkuna. Skuldi tað hent, at útlendsk stórfeløg otaðu seg inn á føroyska tryggingarmarknaðin, munar bara eitt peningasterkt føroyskt mótspæl.
Demokratiið í hásæti
Tryggingarfelagið Føroyar er eitt demokratiskt felag. Allir tryggingartakarar eru limir og hava rætt til at velja teir 23 limirnar í umboðsráðið. Á aðalfundi velur umboðsráðið nevndina í felagnum.
Nú Tryggingarfelagið Føroyar hevur lagt til brots undir nýggjum og fríum marknaðartreytum, er aðalmálið framvegis at stremba eftir, at stovnurin altíð er eitt tryggingarfelag á altjóða stigi, har allir føroyingar kenna seg væl vardar.
Tórshavn 17. september 1998