Helgi L. Petersen tók seinast í novembur 2006 við starvinum sum deildarstjóri fyri alt privatøkið og Kristina Háfoss tók um ársskiftið við sum deildarstjóri fyri menning og marknaðarføring hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Helgi L. Petersen, sum hevur starvast í Tryggingarfelagnum Føroyar síðani august 1999, tók síðst í november við sum deildarstjóri fyri alt privatøkið, sum er størsta virkisøkið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar við 50 starvsfólkum.
Helgi L. Petersen er 28 ára gamal, ættaður úr Rituvík og búsitandi í Havn. Hann tók í 2001 útbúgving innan trygging og hevur Helgi í fleiri umførum útbúgvið seg víðari á tryggingarakademiinum í Keypmannahavn, og er í løtuni í holt við at taka HD. Helgi hevur arbeitt innan fleiri økir í felagnum og kom nú frá starvinum, sum leiðari fyri Kundatænstuni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Menning og Marknaðarføring savnast í eitt økið í felagnum
Nýggjur deildarstjóri fyri menning og marknaðarføring er Kristina Háfoss, sum kemur at hava ábyrgdina av økinum frá 1. januar 2007. Kristina er 31 ára gomul, ættað av Argjum og búsitandi í Tórshavn, og hon er útbúgvin cand.polit og cand.jur, og hevur somuleiðis tikið leiðsluútbúgvingina CBA (Certificate of Business Administration).
Kristina kemur úr starvi í Føroya Banka, har hon hevur starvast sum verkætlanarleiðari innan íløgu- og tryggingarøkið á deildini Menning og Samskifti, og sum íløguráðgevi á Fíggjardeildini. Áðrenn hon fór í Føroya Banka, starvaðist hon í Landsbanka Føroya og á Virðisbrævamarknaði Føroya, har hon m.a. tók sær av, at samskipa menningarverkætlanir innan virðisbræva- og samskiftisøkið.
– Vit eru sera fegin um at hava fingið tveir dugnaligar deildarstjórar aftrat upp í leiðslubólkin, og ivast onga løtu í, at bæði Kristina og Helgi fara at geva sítt íkast til framhaldandi menning og framburð í felagnum, til gangs fyri kundar okkara, sigur Edvard Heen, varastjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.