Montenegro hevur eina litla favorittstøðu á Tórsvølli

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Føroyar og Montenegro

Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið sætta dystin í hesari HM-undankappingini í undanbólki L.

 

Dysturin verður ímóti Montenegro. Bæði liðini hava seks stig fyri fimm dystir.

 

Á heimavølli 25. mars vann Montenegro 1-0 á Føroyum við máli, ið var skotið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tað sveið hjá okkara monnum.

 

Montenegro hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 3,20 og 3,64.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,05 og 3,50.

 

Oddsini upp á montenigrianskan útisigur liggja millum 2,10 og 2,25.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##