Trygdarmiðstøðin fyri sjófólk sjálvssøgd íløga fyri sjóvinnutjóð

Sum nevnt í viðmerking míni til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, var eg í Finlandi, tá samgongufundurin var, so sjálvur kann eg bara, út frá teimum frágreiðingum eg havi fingið, gera mær mínar metingar av kjakinum av málum, sum komu fyri

Hinvegin er tað ein ósiður at leka út, og ikki minst at leka út fyri útvarpinum av samgongufundi, hvat hvør hevur sagt, so hesir kunnu geva skeiva mynd av málinum og sleppa at seta kílar inn í hetta umráðandi mál og hesa nú so skinklutu samgongu.

Onnur orsøk til at eg komi við hesi viðmerking er, at Fólkaflokkurin hevur givið boð um, at vit standa aftan fyri bygging av Trygdarmiðstøðini, og sum Bjørn eisini vísti á at eg geri, sum einki er meiri enn nátúrligt fyri ein borgarligan politikara.

Vit kunnu fegnast um, at landsstýrismaðurin nú hevur lagt málið á borðið, tí hetta er sjálvsøgd íløga fyri sjóvinnutjóð, sum Føroyar eru og samstundis lúka altjóða krøv.