Teir seinastu dagarnar hava bretskir dómarar koyrt eina rúgvu av fólki í fongsul í sambandi við ófriðin í fleiri býum, og tað hevur havt við sær, at næstan øll fongsul í Onglandi og Wales eru farin at fyllast.
Tað sigur løgmálaráðið í London, sum samstundis upplýsir, at ta seinastu vikuna eru 723 fólk koyrd í fongsul, og at nú eru 86.654 fangar í fongslunum í Onglandi og Wales. Fongsulsmyndugleikarnir siga, at umstøðurnar í fongslunum hava ongantíð verið so ringar sum nú.
Løgreglan í London og øðrum býum hevur tikið 2.800 fólk í sambandi við ófriðin herfyri. Higartil hevur løgreglan reist ákæru ímóti 1.300 fólkum, og nógv tey flestu teirra skulu sita í varðhaldi, til tey fáa dóm, skrivar Reuters úr London.